Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

Hvussu verður samstarvið millum Føroyar og Danmark í framtíðini? Hvørjar ætlanir hevur Danmark við Føroyum? Eru útlit fyri einum nýggjum samstarvi millum londini? Hvat fer at henda í viðurskiftunum millum londini, um Føroyar gerast sjálvstøðugar?

Høgni Reistrup hevur boðið Martin Breum til Føroya at greiða frá øllum tí, hann hevur í viðførinum eftir at hava ferðast og arbeitt nógv saman við fólki, sum fara at ávirka støðu Føroya í heiminum í framtíðini.

Allir føroyingar hava eina hugsan um ríkisrættarligu støðu føroyinga í danska ríkinum. Og nú hevur ein nýggjur áhugi fyri hesum spurningi eisini tikið seg upp millum danir. 

Martin Breum er útbúgvin tíðindamaður og var í mong ár vertur í sendingini Deadline á DR2. Kendi sjónvarpsverturin verður at hoyra í Auluni í Finsen mánakvøldið 27. august kl.19, har hann fer at hava almenna framløgu um framtíðar viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. 

Við sær hevur hann eisini nýggju bókina "Hvis Grønland river sig løs – en rejse i kongerigets sprækker", har danskir politikarar og leiðandi embætisfólk bróta tøgnina og siga sína hugsan um Føroyar og Grønland í danska ríkinum.

Í bókini hevur kendi tíðindamaðurin eitt nú samrøðu við Mette Frederiksen, forkvinnu í danska Javnaðarflokkinum, sum er liðilig og bæði skilir og góðtekur, at ríkisrættarligu karmarnir hjá Grønlandi og Føroyum kunnu broytast – ikki í morgin, men í komandi tíðum. Eisini ein av fremstu embætismonnunum í Danmark, Peter Taksøe-Jensen, sum skrivaði frágreiðing við viðmælum um framtíðar trygdar- og uttanríkispolitikk hjá dønum, sær í havsbrúnni eina framtíð, har londini eru sjálvstøðu, men samstarva.        

Høgni Reistrup skipar fyri tiltakinum í Auluni í Finsen. Eftir framløguna fer Høgni Reistrup at seta Martin Breum spurningar.

Kveikjandi fyrilesturin við Martin Breum verður í Auluni í Finsen mánakvøldið 27. august kl.19. Til ber at lesa meira um tiltakið á Facebook.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo