Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Krutl

BirkBloggur: Tá páskasólin ikki rakar, er kalt í luftini í Nyhavn. Úr lerkarviði ger Lars Meinild mastarar til gamlar bátar, ið liggja her á sólsíðuni.

Í pylsuroykinum ganga fólk fram við timburmanninum og mastrunum á bryggjukantinum. Einki órógvar hann.

Eg spyrji, um eg kann taka nakrar myndir.

- Tað er gamaní, sigur fryntligi Meinild, sum er úr Keypmannahavn. -

Fyri hvønn, tekur tú myndir, spyr hann.

Ein føroyskan blogg, sigi eg. Hann hyggur upp um brillugløsuni og sigur, at tað verður ein avbjóðing, at lesa føroyskt.

Hann hevur siglt og smíðað alt lívið, er skipstimburmaður, kendur fyri at kalfatra, og so hevur hann lisið lívfrøði og undirvíst.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo