List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Tiltøk

Havnar kirkja: Leygardagin verður matiné við sangara og guitarleikara Guðrið Hansdóttir.

Guðrið er kend í føroyska tónleikaumhvørvinum og framførir og gevur út fløgur við tónleiki, sum hon sjálv hevur skrivað. Til hesa matinéina fer hon at spæla nýtt og eldri tilfar.

Tónleikurin hjá Guðrið er poppur við íblástri úr fólkatónleiki. Hon hevur givið út fimm solofløgur og hon er við í millum annað elektro bólkinum Byrta og kórinum Kata.

Eisini hevur hon seinastu árini staðið fyri tiltakinum Vøggusangur í Havnar kirkju, har mammur við pinkubørnum koma saman og syngja og spæla.

Vælkomin til matiné í Havnar kirkju leygardagin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo