Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

Meginfelag Búnaðarmanna seldi fyri smáar 148 milliónir krónur í fjør - tað er slakar 7 milliónir meira enn árið fyri og tað mesta nakrantíð.

Og tað sást aftur á botnlinjuni sum endaði á 2,3 mió kr eftir skatt, ella ein heil millión betri enn árið fyri og samstundis tað besta síðani 2006, tá úrslitið var næstan 2,9 mió kr.

Nógv tað mesta av søluni kemur frá mjólkavørum sum MBM framleiðir. Nakað av søluni kemur frá fóðri og nakað frá handli og verkstaði.

Í frágreiðingini sigur leiðslan, at úrslitið áðrenn bonus og vinningsbýti var 3,1 mió kr.

- Harumframt fingu limirnir eina hækking í avrokningini svarandi uppá 0,30 kr. uppá liturin, ella 2,2 mió.kr. uppá ársbasis,  orsakað hækking í grundprísinum og av, at vit í dag gjalda meira fyri feittinnihaldið í mjólkini enn áður.  Tað er ikki óvanligt, at limir í dag fáa upp í 7,27 kr. fyri liturin av mjólk, stendur í leiðslufrágreiðingini.

Miðal avrokningarprísurin hjá MBM er støðugt hækkaður seinnu árini, frá 1.kvt. í 2012 tá miðalprísurin var 5,96 kr. fyri ein litur av mjólk til ein miðalprísurin í 2018 uppá 7,02 kr. liturin. Ein samlað hækking á 1,06 kr. seinastu 7 árini ella knapt 18%.

Mjólkarvirkið tók í fjør ímóti umleið 7,4 milliónum litrum av mjólk ella 205 túsund litrum meiri enn kvotan.

Leiðslan nevnir eisini, at felagið í árinum hevur broytt roknskaparhátt, so at útsettur skattur nú verður roknaður av øllum tíðarbundnum munum millum roknskaparlig og skattlig virðir av ognum og skyldum. Og tað hevur viðført, at ársúrslitið fyri 2018 er 141 t.kr minni enn tað annars hevði verið.

Tað er ikki oftani hent, at MBM hevur goldið eigarunum vinningsbýti - í yvirlitinum hjá Vinnuvitan.biz er tað ongantíð hent áður. Men nú fáa teir 780.000 krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo