Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

- Fríggjanáttina (12/10) var eg á veg heim úr einum vælkomstballi og stóð og bíðaði eftir at mínir vinmenn keyptu pizza. Meðan eg bíði blívi eg yvirfallin pá grovasta manér.

Soleiðis skrivar Jógvan í Garði á sínum Facebook profili, har hann heitir á fólk um hjálp at finna gerningsmannin.

- Viðkomandi skumpar meg so harðliga, at eg als ikki fekk tikið fyri meg, men í staðin moraði andlitið niður í vegin.

- Hareftir sparkaði viðkomandi meg í andlitið við almakt, og ein framtonn klovnaði horizontalt, brast út úr tannkjøtinum og karvaði mær varrarnar.

- Hóast eg liggi vitleysur velur viðkomandi at sparka meg víðari, skrivar Jógvan í Garði.

Jógvan í Garði hevur meldað tilburðin til løgregluna, og løgreglan vil fegin hoyra frá øllum sum hava verið í økinum, tá ið hesin eftir øllum at døma tilvildarligi harðskapurin fór fram.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo