Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Mítt tastatur

245.715 unikir brúkarar vitjaðu VP í vikuni 7. - 13. november. Tann besti dagurin var 9. november, dagurin eftir kommunuvalið, tá ið 50,388 unikir lesarar runt um í heiminum vóru á VP.

Miðlarnir, Lítliportalur og IN.fo, hava brúkt drúgva tíð at skriva um, hvussu langt teir eru komnir uppum 100.000 unikar brúkarar, men hetta eru smá tøl sammett við tølini, sum teljarin hjá VP vísur.

Tað eru fleiri ár síðani at VP fór uppum 100.000 unikar brúkarar.

So skal eisini havast í huga, at flestu av søgunum á hinum miðlunum eru Facebook-søgur ella endurgevingar frá VP og øðrum lokalum netmiðlum ella søgur tiknar úr teksti í lesarabrøvum, sum koma í fullari longd út á VP. Hetta sum teir fínu miðlarnir kalla at fara afturum, niðurum og tvørturum eina søgu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo