Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

MT Højgaard hevur  avhendað fyrru arbeiðstøkuna 8 januar 2019. Nú er farið undir at inniloka bygningin, ið er seinna arbeiðstøkan.

Tað er eitt ávíst nøgdsemi at hóma hjá deildarstjóranum, Gunnari Grækarisson, tá ið hann greiðir frá um verkætlanina:

- Vit hava alla orsøk at vera nøgd. Tað hevur gingið stak væl, sigur hann. Í einari arbeiðstøku í hesi støddini eru nógv at halda skil á, fyri at tryggja eitt gott úrslit, og tað hevur eydnast til fulnar, sambært Gunnari.

- At tað hevur verið møguligt, at avhenda tí fyrru arbeiðstøkuna (SA01) nú – knappar fýra mánaðir áðrenn tíð, uttan manglar, og til kostnaðarætlanina, eru fleiri pørtum at takka. 

- Tað góða samstarvi millum MT Højgaard og Landsverk hevur gjørt sítt, at hetta hevur kunnað borið til.

- Eisini tað framúr góða samstarvi við FAEII, sum eru ráðgevari viðvíkjandi uppgávuni. 

- Vit í MT Højgaard eru nú farnir í holt við at inniloka nýggja bygningin. Eftir ætlan verður hann tikin í nýtslu í 2021, sigur Gunnar Grækarisson.

Tølini tala fyri seg á Landssjúkrahúsinum: 

Verkætlanin í tølum: 
14.500 fermetrar útbygging.
Avhenda uttan manglar.
Slakir 500 dagar uttan arbeiðsóhapp.
Latin knappar fýra mánaðir fyri tíð til Landsverk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo