Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Klaksvíkar kommuna: Tey 15 útlendsku og 5 føroysku sjálvbodnu, sum arbeiddu á Klakki 26. og 27. apríl, fingu nógv burturúr. Við sveittabroti í mjørka og regni og sól gróvu tey á leið 275 m av gøtu út við hond, fyltu hana upp við skervi, løgdu rør, drenaðu, laðaðu, smíðaðu trappur, og til seinast sáddu tey gras framvið gøtuni. Eitt megnar arbeiði!

DR fylgdi teimum sjálvbodnu allan fríggjadagin, og upptøkurnar vóru at síggja í TV-avisen of 21 søndag, og eisini SVT vísti upptøkurnar. Harumframt var ein journalistur frá The Telegraph við í arbeiðnum, so Norðoyggjar hava fingið væl av umrøðu burturúr átakinum.

Átakið uppi á Klakki var eitt samstarv ímillum Innistovuhaga, Klaksvíkar kommunu, Norðoya Kunningarstovu og Visit Faroe Islands, men eisini vælvild úr nærumhvørvinum spældi ein týðandi leiklut. Norðhús stuðlaði við at lata og føra ein arbeiðsskúr niðan á Háls, og í hesum hugnaliga skúri fingu tey sjálvbodnu lívd og nýggjar kreftir til arbeiðið. Norðoya Bjargingarfelag lat eitt aggregat, sum tryggjaði streym til m.a. at bryggja kaffi, og alt hetta var við til at gera arbeiðið møguligt.

Hans Hjalti Skaale, arbeiðsformaður, og Olivia Døgg Fríðfinsdóttir, samskipari, ynskja at takka øllum áhugapørtum, sum hava verið við, fyri gott samstarv. Átakið vísir, hvussu nógv kann fáast burturúr, tá ið samstarvað verður um at røkka málunum, og hetta er týðandi í føroysku ferðavinnuni júst nú, tá ið karmarnir skulu skapast rundanum økta talið av ferðafólki.

The Telegraph

Hugh Morris, journalistur frá The Telegraph, var við til arbeiðis á Klakki. Les um hansara uppliving her: www.telegraph.co.uk/travel/destinations/europe/faroe-islands/articles/faroes-islands-closed-for-maintenance/

Innslag í SVT:
www.svt.se/nyheter/utrikes/faroarna-ar-stangt-for-underhall

Grein á DR:
www.dr.dk/nyheder/indland/lasse-blev-udvalgt-til-et-saerligt-ophold-en-god-maade-moede-folk-fra-hele-verden

Sí fleiri myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo