Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King
Vinna

Bruttovinningurin hækkaði, starvsfólkaútreiðslur og avskrivingar minkaðu ímeðan aðrar útreiðslur vóru á nøkurlunda sama stigi, tí lógu stívliga 18 mió kr eftir til eigararnar áðrenn skatt í fjør. Hetta skal haldast upp ímóti stívliga 7 mió kr árið fyri, vísir roknskapurin hjá partafelagnum Ennibergi sum júst er vorðin almennur.

Enniberg er partur av Farcod konsernini og dóttir- og assosierað feløg eru Ametyst Pf og SMS Pf.

Leiðslan ger í ársfrágreiðingini vart við, at tað seinastu tvey árini hava verið munandi ávirkanir á roknskapin frá virksemi sum ikki hevur við fiskivinnu at gera.

- Ársúrslitini seinastu tvey árini hava verið nógv merkt av, at felagið hevur havt stórar útreiðslur í 2016 og stórar inntøkur í 2017 av virksemi, sum ikki hevur við fiskivinnu at gera.

Leiðslan metir samlaða úrslitið at vera nøktandi, hóast leiðslan ikki er heilt nøgd við gongdina innan fiskivinnupartin.

Um framtíðarútlitini verður sagt, at tey eru tengd at veiðimøguleikum. Mest týðandi fiskileiðin hjá Enniberg er framvegis Barentshavið. Vegna nýggja fiskivinnulóggávu og minkaða kvotu væntar felagið lakari úrslit av fiskivinnu komandi ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo