Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Politikkur

Útvarpið tók samanum í málinum viðvíkjandi menningarkvotunum, og hevur roynt at fáa viðmerking frá fiskiráðharranum, sum nú er farin undir heilt, visti Útvarpið at siga klokkan 1220.

Metingarnevndin hevur latið Fiskimálaráðnum sítt tilmæli tann 6. mai, og tann 21. juni boðaði Fiskimálaráðið frá á síni heimasíðu, at allir umsøkjarar fóru at fáa svar mánadagin tann 24. juni, men enn hava umsøkjararnir ikki fingið nakað svar nú vit skriva 26. juni.

Útvarpið hevur roynt at fáa samband við bæði fiskiráðharran og aðalstjóran, men hvørgin av teimum svarar.

Tað er nú ikki bara Útvarpið sum hevur roynt at fáa samband við fiskiráðharra og aðalstjóra, tað hava eisini bæði aðrir miðlar og samgongupolitikarar, sum VP hevur tosað við.

Útvarpið legði upp til, at tað er broytta støðan hjá Sandoy Seafood, sum hevur elvt til høvuðbrýggj viðvíkjandi skipaðu politisku útlutingini av menningarkvotum.

Hoyr útvarpstíðindini her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo