Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

Í næstu framtíð fara meksikanskir drykkir at vera at fáa í hølunum í Sverrisgøtu 15 í Havn. Og gongst sum ætlað fer eisini meksikanskur matur at vera at fáa har tíðliga næsta ár.

Jú, staðið, har millum annað Mojo Club, 11 og Manhattan hava hildið til ímillum ár og dag, fær nú ein nýggjan samleika.

Hetta gera stigtakararnir handan Loca greitt í einum tíðindaskrivi í kvøld. Í tíðindaskrivinum greiða teir nærri frá hesari ætlanini:

- Bassalt hevur fyri nøkrum mánaðum síðani yvirtikið hølini í Sverrisgøtu 15, og nú meta vit, at vit eru komnir somikið langt á leið, at vit kunnu byrja uppá nýggja konseptið, har vit koma at bjóða kundunum ein lítlan part av Meksiko mitt í Havn.

- At byrja við vera einans meksikanskir drykkir at fáa, men um 2-3 mánaðir fara vit eisini at bjóða orginalan meksikanskan mat.

- Vit mettu, at úrvalið av sterkum, góðum mati í Føroyum var so mikið lítið, og tí fóru vit undir at kanna møguleikarnar fyri at bjóða meksikanskan mat og meksikanskar drykkir. Vit hava verið í Keypmannahavn og London, har vit hava gjørt samstarvsavtalur við orginalar meksikanskar matstovur, so vit kunnu bjóða so góðan og originalan mat sum gjørligt. Eisini hava vit gjørt avtalu við ein leverandør í Meksiko um rávørur - t.v.s. at vit fáa næstan allar rávørur beinleiðis úr Meksiko. Á hendan hátt tryggja vit, at rávørurnar eru so originalar sum til ber, siga teir at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo