Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Tiltøk

Krabbameinsfelagið: Mánakvøldið 4. november skipar Krabbameinsfelagið fyri tiltaki á Hotel Føroyum um menn og heilsu

Tiltakið varpar ljós á heilsuna hjá monnum yvirhøvur, og hvussu teir handfara støður, tá sjúka verður staðfest og skal basast.

Á skránni verður:

- Heilsan hjá føroyskum monnum søguliga, Joen Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur

- Rørsla og hennara ávirkan á heilsuna, Magni Mohr, form. í Fólkaheilsuráðnum

- Um at fóta sær undir og eftir krabbasjúku, Hjørleif Hjaltalin

- Menn og heilsa í sjónvarpsdokumentari, Uni Arge, journalistur

Martin Joensen, ið hevur havt krabbamein og í dag er frískur, fer eisini at syngja nakrar av sínum egnu sangum.

Umleið 230 tilburðir av krabbameini eru staðfestir árliga farnu fimm árini, og fleiri menn enn kvinnur doyggja av sjúkuni.

Hví so er, ber ikki til at siga við vissu, men kanningar vísa, at menn ikki altíð lurta nóg væl eftir egnum kroppi og ofta fara seinni til lækna enn kvinnur.

Tá menn gerast sjúkir, taka teir kortini sína heilsu í størri álvara og gerast meira tilvitaðir um hana.

Tiltakið mánakvøldið 4. november verður frá kl. 19.00 til 21.30 er alment og ókeypis. Tó er tilmelding neyðug.

Melda til við at ringja á telefon 317959, ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo