Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

Bókaklubbin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur leingi ynskt at kunna bjóða limum í Danmark sama møguleika sum limum í Føroyum, at fáa føroyskar bøkur við postinum. Men orsakað av høga postgjaldinum, hevur hetta higartil ikki borið til. Men við eini nýggjari samstarvsavtalu við BankNordik og Smyril Line kunnu limir í Danmark nú fáa bøkur sendar til dyrnar, uttan at rinda eyka postgjald.

“Fremsta endamálið hjá Bókaklubbanum er at geva føroyskum børnum spennandi og viðkomandi bøkur á føroyskum. Vit hava altíð ynskt at kunna bjóða øllum føroyskum børnum sama møguleika at fáa føroyskar bøkur, óansæð um tey búgva í Føroyum ella uttanlands. Tí eru vit sera fegin um samstarvið við BankNordik, ið er høvuðsstuðul, og Smyril Line, sum umsíðir ger hetta møguligt.”, sigur Niels Jákup Thomsen, stjóri í Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Stuðulin frá Banknordik og Smyril Line verður brúktur til at fíggja frakt og postgjald á pakkum til Danmarkar, soleiðis at útisetar í Danmark rinda sama kostnað fyri bøkurnar sum limir í Føroyum.

Samstundis sum tað nú verður bíligari hjá útisetum at vera limur, fáa teir eisini møguleika at tekna STROK-hald, fyri sama kostnað sum í Føroyum, og fáa bløðini send ókeypis saman við bókapakkunum.

"Í BankNordik eru vit fegin um nýggja samstarvið. Føroyska málið hjá børnum í Danmark hevur stóran týdning - eisini í sambandi við avgerðina um at flyta heim aftur til Føroyar. Við nýggju samstarvsavtaluni ynskja vit at stuðla føroyska málinum og føroysku barnafamiljunum í Danmark. Sum høvuðsstuðul kann BankNordik virka fyri at veita betri umstøður til at menna og varðveita føroyska málið.", sigur Turið F. Arge, privatkundastjóri í BankNordik.

Tiltak í Føroyahúsinum
Í sambandi við nýggja tilboðið til útisetar verður spennandi bókatiltak í Føroyahúsinum fríggjadagin 11. november kl. 16, har greitt verður frá tilboðnum. Ymiskt undirhald fyri børn verður eisini á skránni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo