At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Andaktir

Afturlítandi falla mangir prikkar upp á pláss, og vit kenna einans lívið, tá ið tað er livað. Tað er ein gamal sannleiki, ið Søren Kirkegaard vísti á í síni djúptøknu hugsan. Vit liva lívið frameftir, men skilja tað einans afturhorvandi.

Tað er vísdómur at leggja sær í geyma, at lívið og tilveran eru størri enn menniskjan. Tey eru klók, vitandi og vís, ið avmarka tað neiliga í talu og skrift.

Tað merkir ikki, at vit fakliga skulu vera einoygd og tigandi. Vit skulu tvørturímóti siga frá og átala skeivleikar uttan at niðurskriva tað persónliga virðið hjá øðrum. Vit mega skerpa okkara fakliga innlit og samstundis lívga menniskjum. Fakliga neyv og samstundis menniskjanslig.

Tað er ein gomul kristin hugsan, at tað verður kravt meira av okkum, ið hava fingið í hendi at røkja serligar uppgávur fyri samfelagið og almenningin. “Men av einum og hvørjum, sum mikið er givið, skal mikið verða kravt, og einum og hvørjum, sum mikið er litið til, skal tess meira verða kravt av.” (Lukas 12,28).

Vit, ið eru í almennari tænastu, eiga at tæna samfelagnum og fólkinum. Vit skulu eyðvitað taka atlit at okkum sjálvum og okkara, men tað er ikki nóg mikið at sæta sær og sínum.

Tey, ið eru í tí frælsu vinnuni, eiga somuleiðis at tæna samfelagnum og fólkinum. Tann gamla kristna hugsanin er, at eingin hevur nóg mikið við sjálvan seg. Vit hava tørv á fakligu dygd alra, og hvør í sínum lagi hava vit ábyrgd hvør av øðrum.

Tað avgerandi er ikki samfelagið, men menniskjuni í samfelagnum. Tó, tað er ein samansettur sannleiki, tí svá samfelagið er, eru fólksins kor og umstøður. Mín fatan er, at eitt samfelag, ið ikki megnar at taka hond um tey veikastu, er fátækt uttan mun til talandi stabbamyndir, pílar og vøkur tøl.

Stabbamyndir, pílar og tøl kunnu tulkast allar vegir, bæði uppeftir og niðureftir, aftur og fram. Hin einstaki borgarin á tí niðastu sosialu rókini hevur tó avmarkaðar møguleikar at tulka lívið og gera dreymin til veruleika.

Nýta vit orðini og siga, at vit búgva í einum kristnum vælferðarsamfelag, ja so merkir tað væl, at kristin virði mynda samfelagið á mangan hátt. Eitt av fremstu kristnu eyðkennunum er tann sosiala fatanin, at vit mega taka okkum av teimum fátæku, hjálparleysu og neyðstøddu.

Tað eru tey grundleggjandi menniskjansligu virðini, ið skapa eitt gott og liviligt samfelag. Hesi virðini eru javnbjóðis rættindi og ein sosial fatan, ið sær menniskjað aftan fyri andlitið. Menniskjan og tey menniskjansligu atlitini eiga at hava hægstu raðfesting, tá ið landsins kosnu leggja ætlanir og gera fíggjarligar raðfestingar.

Tey bleytu virðini verða ikki útflutt ella seld um nakra bryggju, og tess vegna standa tey veiku á longum bíðilistum. Hóast mangt er at fagnast um verður staðfest, at tey veikastu ikki nóg skjótt fáa tað hjálp, ið teimum tørvar.

Í langa tíð hava vit hoyrt um umstøður teirra gomlu. Nú miðalaldurin hækkar og alt fleiri náa ellisár, mega vit, sum prædika evangeliið um Jesus, varpa ljós á tað kristna sjónarmiðið, at vit eiga at fara væl um okkara eldru medborgarar. Eitt kristin tjóð, ið ikki hevur ráð til tey eldru og skapar lívinum bestu fortreytir, viknar hugsjónarliga og missir týdningarmikil eyðkenni á gólvið.

Í 2018 hava vit hoyrt dugnalig skilafólk umrøtt støðu teirra sálarsjúku. Fakfólk við fjølbroyttari vitan hava viðgjørt støðuna. Langt tykist á mál, tí tvørrandi fíggjarlig viðurskifti eru ein avbjóðing, ið einans kann loysast politiskt. Vit mega spyrja og viðgera spurningin, hvat krevst til tess at verða eitt vælferðarsamfelag.

Eyðvitað kostar tað eina stóra upphædd at raðfesta tey virði, ið vit nema og síggja við hjartanum. Vit, ið stjórna samfelagnum politiskt ella í týdningarmiklum ráðum, mega nýta vit og samstundis lívga menniskjum sosialt. Um vit ikki hava ráð til menniskju, hvat hava vit so veruliga ráð til? Og hvørjum gagnar øll vælferðin, tá ið tann menniskjansligi prísurin kennist høgur?

Tað var hugaligt at lesa á netinum í teimum føroysku miðlunum, tað ið ein av okkara fremstu advokatum, Jógvan Páll Lassen, segði um ungfólk við sálarligum avbjóðingum. Ein vitborin og royndur advokatur talaði søk teirra, ið stríðast við eina fløkta sálarliga tilveru, ið er ein markleys líðing hjá teimum sjúku og teirra avvarðandi. Stóra tøkk!

Ein kristin tjóð, ið er við at tosa seg um koll av nýskipan í fiskivinnuni og tunlum undir og yvir vatninum, eigur at hugsa, síggja og handla út frá hjartanum.

Hvat við tí livandi menniskjansliga tilfeinginum, har kvotan er so lítil, at einans nøkur fá sjúk sleppa ígjøgnum nálareyga? Hvar eru vit, ið prædika Jesus, hann ið gagnaði lívinum og tilveruni. Amen.

Orðið: “Tí at hitt góða, sum eg vil, geri eg ikki; men hitt illa, sum eg ikki vil, tað geri eg.” (Rómverjabrævið 7,19).

Jógvan Fríðriksson,
Biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo