Minst til, at jørðin er rund. So tað plássið, vit halda vera endan, er eisini byrjanin
- Ivy Baker Priest
Krutl

Neandertalarin var helst 100.000 ár eldri enn vit higartil hava hildið. Um so er fær tað umfatandi avleiðingar fyri evolusjónssøguna hjá menniskjanum.

Fleiri beinagrindir vóru funnar í kálksteins-holum í Spania í 1997, kend sum "Sima de los Huesos". Tað eru royndir frá hesum beinagrindum sum nú eru dna-testaðar.

Granskarnir hildu, at teir høvdu funnið undanfólk hjá neandertalfólkinum, men dna-analýsurnar hava nú víst, at talan er ikki um eitt undanfólk. Talan er um neandertalfólk.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo