Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Framsýningar

Mentamálaráðið hevur á øðrum sinni í ár lýst við møguleikanum at søkja stuðul av filmsjáttanini. Inn komu sekstan umsóknir, og níggju av hesum fáa stuðul.

Verkætlanirnar, ið hava fingið stuðul, eru:

⦁    Jónfinn Stenberg                   67.000 kr.
⦁    Sakaris Stórá                      100.000 kr.
⦁    Eir í Ólavsstovu                     25.000 kr.
⦁    Franklin Henriksen                 20.000 kr.
⦁    Pætur M. Dahl                     100.000 kr.
⦁    Árni Nicolajsen                      28.000 kr.
⦁    Bluebird Film                        25.000 kr.
⦁    Rammatik                            25.000 kr.
⦁    Jens L. Thomsen                  40.000 kr.                

Í stuðulsumfarinum vóru kr. 430.000 tøkar at býta út. Filmsjáttanin hjá Mentamálaráðnum er annars samlað kr. 1,5 mió. Í ársins fyrsta umsóknarumfari vóru 1.070.000 tús. kr. lutaðar út, og 17 fingu stuðul.

Játtanin til film byrjaði í 2014 við kr. 500.000, og síðan hevur hon verið raðfest, so hon nú er 1,5 mió. kr.

Stórt filmsvirksemi er í Føroyum, sum sæst aftur á stóra talinum á umsóknum og eisini á eitt nú árliga  Geyta-tiltakinum í Norðurlandahúsinum í desember, har nýggir filmar verða valdir út at verða sýndir fyri áskoðarafjøldini.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sigur, at filmsjáttanin er bulurin í føroysku filmsgerðini og er alneyðug fyri, at føroyskar søgur verða sagdar í livandi myndum, og at føroysk filmsvinna kann menna seg.

Millum filmarnar, ið hava fingið stuðul hesa ferð, er ein heimildarfilmur um mætu listakvinnuna Ruth Smith. Tað er Árni Nicolajsen, ið stendur fyri verkætlanini. Jónfinn Stenberg hevur fingið stuðul til at gera filmin “Tey smittaðu” lidnan. Talan er um ein zombie-film, ið gongur fyri seg í Havnar gøtum. Ein nýggjur spælifilmur verður eisini gjørdur í løtuni, og tað eru Pætur M. Dahl, sum arbeiðir við verkætlanini “Eitt sindur um, hvussu vit elska”.

Stuttfilmar, heimildarfilmar, spælifilmar, listafilmar og handritsmenning eru millum sløgini og tættirnar hesa ferð. Fyrsti spælifilmurin hjá Sakaris Stórá, “Dreymar við havið”, væntast eitt nú at verða liðugur fyrst í komandi ári, og tá fáa føroysku áskoðararnir høvi at skoða verkið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo