Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Onnur tíðindi

Máttmikli kanslarin í Týsklandi, Angela Merkel, stillar ikki upp aftur til afturval sum floksformaður, eftir tvey vánalig landspartaval á rað.

Merkel hevur verið leiðari í kristiligakonservativa flokkinum CDU síðani 2000.

Gitingarnar um at hon helst ikki fór at stilla upp hoyrdust longu í gjárkvøldið, tá ið úrslitini komu frá landspartavalinum í Hessen.

«Støðan hjá Merkel er álvarsom», var niðurstøðan hjá Sueddeutsche Zeitung í gjárkvøldið.

Meðan Frankfurter Allgemeine helt tað vera størri feilur og risiko hjá Merkel at royna at varðveita formanssessin í flokkinum enn at lata einum øðrum sessin.

Úrslitið vísti at flokkurin hjá Merkel, Christlich Demokratische Union (CDU) tapur stórt í landspartinum sum flokkurin hevur stjórnað seinastu 19 árini. Afturgongdin er á heili 10 prosentpoeng sammett við valið fyri fimm árum síðani, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo