Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Grindin, ið var merkt í Syðrugøtu fyri góðari viku síðan, er nú í íslendskum sjógvi.

Tað var sunnudagin 7 juli, at ein lítil grind á 16 hval varð rikin inn á sandin í Syðrugøtu, har fimm hvalir vóru merktir við sendarum við fylgisveina samskifti at kanna, hvussu og hvar hvalirnir ferðast.

Eftir at hava ligið á víkini tað mesta av mánadegnum, fór grindin um kvøldið norður gjøgnum Kalsoyarfjørð og helt kósina norður í hellingina 60 fjórðingar úr landi.

Eftir tveir dagar í hesum øki hevur grindin nú í seks dagar hildið kósina í ein beinan vestan yvir Íslandsryggin við ein ferð á uml. ein fjórðing um tíman og er nú 60 fjórðingar úr Íslandi.

Hetta er fyrstu ferð, at merkt grind hevur ferðast á hesum leiðum.

Tjóðsavnið sigur í tíðindaskrivi, at tað vil nýta høvi at takka sýslumanni, grindaformonnum og sjálvbodnum fólki fyri alla hjálp í samband við merkingina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo