Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Vinna

Meðan Teistin hevur verið til viðlíkahald á MEST, hava MEST í samstarvi við eigarnar av norsku fyritøkuni Wavefoil sett veingir á skipið har frammi beint aftanfyri kúlustevnið.

Arbeiðið hevur verið lagt soleiðis til rættis, at hetta er gjørt, samstundis sum vanliga viðlíkhaldsarbeiðið er gjørt.

Skipanin hevur við sær, at skipið verður meiri støðugt í sjónum. Talan er um eina skipan,  sum kann føra ein vong út báðu megin skipið, tá tørvur er á tí - og taka veingirnir innaftur, tá tørvur ikki er á tí.

Við hesi loysnini fer skipið at liggja betri í sjónum í ringum veðri.

- Tað, at veingirnir eru staðsettir heilt har frammi, ger, at skipið ikki setur so hart í mun til aldurnar. Fyri ferðafólk merkir hetta, at skipið væntandi rullar minni enn vanligt, og at komforturin umborð tí verður størri, sigur MEST í tíðindaskrivi.

Talan er um slóðbrótandi nýhugsan, sum norska fyritøkan Wavefoil stendur fyri. Fyritøkan hevur granskað í hesum seinastu 9 árini, og er Teistin tað fyrsta skipið, sum nú fer at royna hesa skipan av.

Wavefoil heitti fyrr í summar á MEST um at vera við í hesi verkætlan.

Nógv av fyrireikandi arbeiðinum er gjørt í byggihøllini hjá MEST í Havn, har ein 4 metur innsatstur er bygdur og Wavefoil skipanin ísett. Hol varð síðani gjørt í bógvin og skipanin sett í.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo