Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Klaksvíkar kommuna: Svimjihøllin í Klaksvík hevur havt met nógvar vitjanir tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár. Serliga er tað vælveruøkið, sum lat upp í desember, sum hevur havt stóran áhugað millum tey vitjandi.

Torkil Mørkøre, sum er dagligur leiðari í svimjihøllini sigur, at talið av vitjandi er økt frá umleið 3800 til 9200 vitjandi samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Hetta er heilt fantastiskt. Tað er ongin ivi um, at brúkarin er sera væl nøgdur við nýggja tilboðið. Vit fáa nógvar góðar afturmeldingar, og vísir tað seg eisini, at tey sum royna vælveruøkið eru skjót aftur. Vit merkja eisini, at tað eru nógv fleiri, sum eru farin at svimja, og tað fegnast vit sjálvsagt um.

Signhild V. Johannensen, forkvinna í Mentanarnevndini sigur, at hetta er ein byrjan, sum man bert hevði droymt um fór at henda. Vit fegnast almikið um, at svimjihøllin kann bjóða gestum nær og fjar hetta fjølbroytta tilboðið, sum er einasta av sínum slag í Føroyum, og tískil heilt serstakt.

Svimjihøllin er dagførd í fleiri umførum, og minnast nokk flest aftur á, tá stóra og nógv vitjaða vatnlandið lat upp.

Tilboðið í svimjihøllini verður allatíðina ment, og við nýggja vælveruøkinum, sum eisini fevnir um gosbað, kaltvatnsøkið, heilsukliva og dampbað er svimjihøllin í Klaksvík avgjørt eina vitjan verd, sigur Signhild V. Johannesen.

Vælveruøkið er opið tá svimjihøllin er opin, men til ber eisini at bíleggja vælveruøkið privat, men tá má bíleggjast ein dag frammanundan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo