Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Leicester setti nýtt met í kvøld í Premier League við at vinna Southampton heili 9-0.

Hetta er størsti útisigur í ensku Premier League kappingini síðani 6. februar 1999, tá Manchester United vann á Nottingham Forest við úrslitinum 8-1. Núverandi venjarin hjá Manchester United, Ole Gunnar Solskjær, skoraði 4 av teimum 8 málunum.

Leicester er nú ájavnt við Manchester United í at hava vunnið størsta sigur í Premier League. Í 1995 vann Manchester United eisini 9-0 og tað var móti Ipswich.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo