Tað gagnar lítið at kenna prísin á øllum, um ein ikki kennir virðið á nøkrum
- Albert Einstein
Vinna

Jón Sigurdsson og Niclas Joensen stovnaðu Articon, her eru teir saman við borgarstjóranum Anniku Olsen (savnsmynd).

Ímeðan Articon seinastu fimm árini hevur vaksið um bruttovinningin úr 74 mió kr upp í 197 mió kr í fjør, ella við nærum 170%, so hevur felagið somu fimm ár vaksið ársúrslitið við yvir 1.000% - úr 3 mió kr til nærum 36 mió kr í fjør.

Starvsfólkakostnaðirnir vuksu munandi í fjør - úr 111 mió kr í 2017 til 131 mió kr í fjør.

Felagið hevur ein fíggjarstøðujavna uppá slakar 267 mió kr og ein eginpening uppá tætt við 100 mió kr.

Eigararnir skjóta upp, at 17 mió kr verða goldnar í vinningsbýti fyri árið.

Sagt verður í frágreiðingini, at byggivirksemið er nú so stórt sum ongantíð áður. Tað sermerkta nú í mun til onnur ár er, at talan ofta er um sera stórar og avbjóðandi verkætlanir, sum seta stór krøv til byggifyritøkurnar. Tað er almenni og kommunali geirin eins og tær privatu fyritøkurnar, sum eru drívmegin í stóra byggiverkseminum.

Um framtíðina verður sagt, at útlitini eru framvegis rímuliga góð.

- Hækkandi kostnaðarstøðið, sum umstøðurnar her á landi og kring um okkum viðføra, kunnu tó vera við til, at verandi vøkstur ikki heldur fram. Somuleiðis vil stóra avbjóðingin at finna skikkaða arbeiðsmegi vera við til at maka vøksturin, stendur í leiðslufrágreiðingini.

Lagt verður tó afturat, at 2019 helst verður eitt hampuligt ár, sum tikið verður til.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo