Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Vinna

Pílarnir peika beint upp í loft hjá byggifyritøkuni J. & K. Petersen Contractors, sum millum annað ger stóru útbyggingina fyri Tórshavnar Havn, Skansabryggjuna.

Ársúrslitið í fjør gjørdist heilar 8,8 milliónir krónur, sum er meira enn 7 mió kr betri enn árið fyri. Bruttovinningurin vaks úr 63 mió kr til 100 mió kr og útreiðslurnar til starvsfólk vuksu við 26 mió kr og vóru í fjør heilar 78 mió kr.

Í ársfrágreiðingini sigur leiðslan, at ongantíð áður hevur fyritøkan havt so nógv at gera sum nú.

Umframt útbyggingina av Tórshavnar Havn hevur felagið arbeiði í samband við byggingina av Eysturoyar- og Sandoyartunlunum, ídnaðarøki á Borðoyarvík og vestursíðuna av Tórsvølli.

Um framtíðina sigur leiðslan, at felagið hevur fleiri sáttmálar, sum eru galdandi fram til 2020 og 2021.

- Væntandi verðu tí nógv virksemi í øllum førum fram til 2020/21. Tað eru tó onkrar ábendingar um, at íløguhugurin í løtuni er nakað minkandi.

J. & K. Petersen hevur eisini hesi boð til landsins myndugleikar:

- Landsstýrið arbeiðir við at nútímansgera vegakervi (...) Tað kann tykjast óneyðugt, at landið ger íløgur í maskinur og bygningar innan tað almenna fyri at fremja hesar verkætlanir. J. & K. Petersen heldur, at føroysku privatu entreprenørfyritøkurnar eru fult út førar fyri at standa fyri slíkum verkætlanum (...) Tað hevur týdning fyri menningina av føroyskum fyritøkum, at tær fáa uppgávur at loysa. Og her hava land og kommunur eisini eina ábyrgd.

Fíggjarstøðan hjá J. & K. Petersen Contractors javnvigaði við árslok við 136 mió kr, eginognin var 43 mió kr og rentuberandi skuldin var 53 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo