Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Vinna

Sambært lógum, kunngerðum og reglum annars skuldi Metingarnevndin halda seg til trý atlit, men kortini sigur Metingarnevndin, at atgongdin til sjófeingi hevði størsta týdning.

Í sínum skrivi viðvíkjandi játtanini av menningarkvotunum, sigur Metingarnevndin á síðu 4:

- Nevndin hevur tað fatan, at lítil atgongd til sjófeingi, hevur serliga stóran týdning í mun til økisrættaðu atlitini, tí atgongd er ein fortreyt fyri at skapa munagóða menning, skrivar Metingarnevndin.

Eitt annað atlit, sum nevndin eisini tók var, at Eysturoyggin skuldi so at siga sáldast frá.

Metingarnevndin skrivar:

- ... øll øki uttan øki 6 (Eysturoy) lúka minst eina treyt sett í skjali 1 til kunngerðina. Nevndin valdi tó ikki beinleiðis at sálda umsóknirnar úr øki 6 frá, men tók tær við, m.a. við atliti til at avsíðis øki í einum størri øki kunnu fáa játtanir.

Tilmælið frá metingarnevndini kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo