
- Handverkarar og sosu-assistentar skulu ikki pensjonerast í sama aldri sum vællærdir akademikarar, sigur danski Javnaðarflokkurin.
Sosialdemokratarnir hava avgjørt at fara til val við einum differentieraðum pensjónsaldri, sum tekur hædd fyri árunum á arbeiðsmarknaðinum og hugsar um at uppslitnir persónar kunnu leggja frá sær fyrr.
- Tá ið vit skjóta hetta upp, so er tað tí at okkara pensjónsskipan hevur nakrar grundleggjandi skeivleikar. Vit kunnu fara av arbeiðsmarknaðinum sama dato – vælvitandi at okkara arbeiðslív er sera ymiskt.
- Serliga fleiri ófaklærd og yrkislærd hava arbeitt í fleiri ár enn onnur, sigur Mette Frederiksen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo