Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Socialdemokratiið, SF, Eindarlistin og Radikali Vinstraflokkurin eru samd um at gera Mette Frederiksen til forsætisráðharra.

Tað verður ein rein socialdemokratisk minnilutastjórn við stuðli frá teimum trimum flokkunum, sigur Mette Frederiksen við DR.DK.

- Vit vistu ikki, um tað fór at eydnast, tá ið vit byrjaðu. Talan er um fýra flokkar við ymiskari søgu og ymiskum sjónarmiðum. Nú eru vit so komin á mál.

Mette Frederiksen sigur um semjuna millum flokkarnar at hon er søgulig, framsøkin, grøn og progressiv, og fer at flyta Danmark á eini rættvísari kós.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo