Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Krutl

Tað var ikki spart uppá góðorð, tá ið Michelle Obama (52) var í einum haute couture-kjóla undir seinasta almenna galladøgurðanum í Hvítu Húsunum.

Washington Post sigur um kjólan at hann er pure Hollywood glamour, og Harpers Bazaar heldur at Michelle Obama er vakrari enn nakrantíð undir seinasta galladøgurðanum hjá forsetahjúnunum. 

Sjefdesignarin í mótahúsinum, Donatella Versace, sigur í einum úttalilsi sambæðrt norsku Nettavisen, at hon kendi tað sum stóran heiður at sleppa at klæða Michelle Obama. 

– Eg eri bæði eyðmjúk og ærað at fáa henda møguleika. Takk Michelle fyri alt tú hevur gjørt fyri Amerika og restina av heiminum, fyri kvinnur í USA og uttanfyri, sigur Versace.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo