Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Tónleikur

Forsangarin og røddin úr heimskenda bólkinum Starship verður millum nøvnini, sum verða at hoyra í Vágsbotni í summar.

Starship var ein av teimum heilt stóru bólkunum frá 80’unum og 90’unum, sum mangur føroyingur man hava dansað til.

Við heimshittum sum We Built This City, Nothing's Gonna Stop Us Now og eini rúgvu av øðrum hittum, fáa føroyingar nú møguleika at sleppa veruliga aftur í 80’ini, tá høvðusmaðurin úr Starship, Mickey Thomas við bólki kemur allan vegin úr USA at seta lív í Voxbotn.

Voxbotn 2016 verður leygardagin 25. juni og hetta er fyrsta navnið, sum higartil er kunngjørt til stóra tónleikatiltaki. Fyriskipararnir boða frá, at avtala longu er gjørt við eina rúgvu av bæði føroyskum og útlendskum spennandi nøvnum, sum fara at spæla á Voxbotn 2016. Hesi verða kunngjørt fyrst í komandi ári og so hvørt, sum tað nærkast til Voxbotn.

Tað hevur verið útselt til Voxbotn øll árini - seinast fleiri vikur áðrenn Voxbotn byrjaði. Og eftir forsøluni at døma higartil verður væntað, at Voxbotn 2016 eisini verður útselt langt áðrenn tiltakið byrjar.

Atgongumerki í forsølu til Voxbotn 2016 fáast í Fast-handlunum kring landið, Kunningarstovuni í Havn og á ebillett.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo