Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Krutl

Ferðavinnunetstaðið The Culture Trip hevur sett íslendska høvuðsstaðin Reykjavík á ein lista yvir støð, har ein ikki eigur at fara í summar.

Sambært miðlinum eru fólk í Reykjavík blivin móð av teimum nógvu ferðafólkunum, og blíðskapurin er tí ikki tann, sum hann einaferð var.

- Tey loysa sær buksurnar allastaðni, stjala vegskelti, gera at húsaprísirnir fara nógv upp og stjala lomb at grilla, eru bert nakrar av skuldsetingunum, sum tey lokalu javnan føra fram ímóti ferðafólki, skrivar miðilin.

Aðrir býir á listanum hjá The Culture Trip yvir støð ein eigur at halda seg burtur frá, tí tey fastbúgvandi eru móð og troytt av teimum vitjandi, eru millum annað Róm, Venesia, Barselona og Milano. Tilsamans 11 býir eru á listanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo