Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway
Vinna

Føroyar hava næstskjótasta netið í heiminum. Bara Suðurkorea hevur eitt sindur skjótari net. Okkara koyrir við 73 Mbps ímeðan meðalferðin fyri allan heimin er 27,2 Mbps. Í Suðurkorea er miðalferðin beint undir 77 Mbps.

Og tað er millum annað kinesiska telerisanum Huawei fyri at takka, at Føroyar eru so frammarliga, men Huawei er fallið í ónáðir hjá amerikanskum og europeiskum myndugleikum sum halda uppá, at kinverjar brúka Huawei til at njósnast.

- Fyribils havi eg ongi prógv sæð, og fyrr enn eg geri tað, so arbeiða vit víðari saman við Huawei, sigur stjórin á Føroya Tele, Jan Ziskasen, við miðilin Politico sum skrivar um málið.

Fyri framman stendur útrulling av 5G netinum, sum er partur av ætlanini hjá Jan Ziskasen um, at  Føroyar skulu heilt upp á fyrstaplássið hvat skjótleika á netinum viðvíkir.

- Vit hava brúkt 120 milliónir til hetta, so eg noyðist at síggja prógv, og tað havi eg ikki sæð enn, sigur Jan Ziskasen við Politico.

Les greinina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo