Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

Tað er langt ímillum tann sum fekk minst og tann sum fekk mest, men tað er tað sjálvandi ein orsøk til. Stuðulin varð millum annað býttur út eftir lønarútreiðslum, tað vil siga at hægri lønarútreiðslur geva hægri stuðul.

Tá ið freistin at søkja um miðlastuðul var úti, høvdu níggju miðlar søkt um at fáa stuðul burturav teimum tveimum milliónum krónunum, ið eru settar av á fíggjarlógini fyri 2017 til miðlastuðul.
 
Miðlastuðulsnevndin metti, at átta miðlar luku treytirnar at fáa útgoldið miðlastuðul, og hevur nevndin samtykt at játta miðlunum stuðul úr kr. 19.160,00 upp í kr. 824.365,00.

Í skrivi til fjølmiðlarnar sigur Magnus Dam, formaður í Miðlastuðulsnevndini, at nevndin í viðgerðini hevur valt eina breiða tulking av ásetingunum í lógini, sum millum annað var at "redaksjonella innihald í stóran mun er kritiskur journalistikkur og sjálvstøðug journalistisk viðgerð av aktuellum føroyskum samfelagsviðurskiftum og viðkomandi altjóða viðurskiftum úr einum føroyskum sjónarhorni."

Miðlastuðulin sum var 2 milliónir krónur varð býttur soleiðis: 

Sosialurin           kr. 824.365,00
Dimmalætting     kr. 294.902,00
Norðlýsið            kr. 193.854,00
Portal.fo             kr. 192.898,00
Rás 2                 kr. 186.168,00
VP.fo                 kr. 152.514,00
R7 Kringvarp      kr. 136.138,00
JN.fo                 kr.   19.160,00

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo