Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Skúli

Um eina løtu hevur Miðnám á Kambsdali opið hús. Lærarar og næmingar hava lagt orku í, at fáa ymiskt spennandi á skrá og alskyns básar hava ígøgnum dagin tikið skap.

Tónleikur og filmar kunnu upplivast og námsferðir og matmentan verður lýst.

Til ber eisini at uppliva tey mongu tilboðini skúlin hevur og spáka sær ígjøgnum forvitnisliga bygningin, sum júst er útbygdir við nýggjum bókasavni og kreativum verkstovum.

Dyrnar lata upp kl 17.00.

Møguleiki er eisini at hitta lærarar og næmingar, og at seta lestrarvegleiðarnum spurningar um eitt hvørt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo