List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Skúli

Uttanríkis- og mentamálaráðið: Jákup Andreasen, sum seinastu 30 árini hevur verið skúlastjóri á Miðnámi í Vestmanna hevur valt at fara úr starvi um ársskiftið, og hevur Uttanríkis- og mentamálaráðið gingið umbøn hansara á møti.
 
Jákup Andreasen varð tann 1. februar 1989 settur í starv sum skúlastjóri á Føroya Yrkisskúla fyri Fiskiídnað og Havbúnað, ið seinni broytti navn til Fiskivinnuskúlin í Vestmanna.

Í dag eitur skúlin sum kunnugt Miðnám í Vestmanna, og eins og heitið er broytt, eru útbúgvingartilboðini á skúlanum broytt munandi hetta tíðarskeið. Í dag hevur skúlin eina gymnasiala tilfeingisbreyt og skipar harumframt fyri ferðaleiðaraskeiðum. Jákup Andreasen, skúlastjóri, hevur staðið á odda fyri skúlanum øll árini.

Uttanríkis- og mentamálaráðið takkar Jákupi Andreasen, stjóra, fyri drúgva og trúgva tænastu umframt fyri vælútint arbeiði øll hesi árini.

Uttanríkis- og mentamálaráðið fer at søkja eftir nýggjum stjóra til Miðnám í Vestmanna sum skjótast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo