Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Mítt tastatur

Miðvísa agitasjónin fyri sitandi samgongu heldur fram í Kringvarpi Føroya sum ongantíð áður.

Tað er heilt ófailligt, at slíkur atburður sleppur at halda fram ótarnaður í okkara almenna KVF.

Seinastu dagarnar er Eyðgunn Samuelsen sloppin púra ótarnað at halda sínar valrøður gjøgnum kringvarpið við at klantra andstøðuna fyri, at hennara lógir (les valagn) ikki verða atkvøddar gjøgnum tingið.

Lurtarin situr eftir við eini kenslu av, at samgongan er helt ósek í, at hennara egnu uppskot ikki hava meiriluta á løgtingi.

Val hevur verið í Spania.

Í staðin fyri at spyrja serfrøðing um avleiðingarnar v.m. sleppur sjálvur Sjúrður Skaale at gera viðmerkingar.

Ókeypis mikrofon og rein agitasjón til komandi fólkatingsvalið, er sjálvandi orsøkin til, at Sjúrður Skaale verður “boðin í studio” at greiða frá.

Sjálvur Gøbbels hevði formátt sær lítið í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo