Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Útlendis ítróttur

Milan hevur givið venjaranum Sinisa Mihajlovic fótin. Christian Brocchi er nýggjur venjari hjá felagnum restina av sesongini.

Tað skrivar italienska felagið í einum tíðindaskrivi í dag, sambært VG.

«Felagið ynskir at takka Mihajlovic fyri ágrýtni og harða arbeiðið, hesa sesongina», verður sagt.

Milan liggur á einum sættaplássi í Seriu A eftir 32 umfør.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo