Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Innlendis ítróttur

- Leingi hava søgurnar bundið skálvíkingin við Giza Hoyvík, og nú kunnu vit endiliga kunngera, at Mikkjal T. Hentze hevur gjørt avtalu við Giza Hoyvík til komandi kappingarár, sigur Giza Hoyvík í fráboðan.

Mikkjal hevur seinastu fýra kappingarárini umboðað AB og annars B71, og tilsamans eigur hann í dag 134 dystir í bestu deildini, umframt 75 dystir í 1.deild.

- Einans 29 ára gamal, so eiga vit vónandi bestu árini í Mikkjal fyri framman.

- Í Mikkjali hava vit fingið ein ordiligan kempara á miðjuni. Hann er møguliga júst tað, vit hava manglað seinastu árini. Blé røkti hitt kenda 6'ara plássið, og tað er líkt til, at Mikkjal tekur sama leiklut. Afturat hesum hevur Mikkjal nakrar veldigar persónligar og sosialar eginleikar, og eg vænti, at hann passar væl inn í hópin uppá allar mátar! sigur høvuðsvenjarin Frankie Jensen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo