
SMS: Hósdagin 26. september kl. 9 letur Miklagarður upp í nýggjum hami. Hetta verður ein handil við heilt øðrvísi keypsupplivingum, enn vit áður hava sæð í Føroyum.
Úrvalið verður enn størri og serligur dentur verður lagdur á, at vøran skal vera so nýggj og fesk sum gjørligt.
Miklagarður hevur nú verið stongdur í 4 vikur, og ímeðan hava stórar umvælingar verið í gongd við at gera handilin um og kláran til fleiri og nýggjar vørur. Miklagarður verður eitt matmekka, har tú fert at fáa so at siga alt, tær tørvar, á einum stað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo