Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Vinna

Bretska flogfelagið British Airways fær eina bót á 183,4 milliónir pund tí informasjón um einar 500.000 kundar hjá flogfelagnum er stolin.

Bæði persónligir og fíggjarligir upplýsingar kunnu vera stolnir. Tað vil siga navn, adressa og kredittkortnummar hjá kundum.

Tað skrivar bretski miðilin Daily Mail.

Stuldurin av kundadátu fór fram í einum tíðarskeiði á tveir mánaðir.

Hackaraálopið hendi millum juni 2018 og 5. september 2018.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo