Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum
Krutl

Við skelvandi herðum og við hendrum og pannu hvílandi á brúnu kistuni, tók ein amerikansk kvinna fyri seinastu ferð móti manni sínum, sum doyði í tænastu.

Kensluríku løtuna sóu hini ferðafólkini í flogfarinum, sum hevði flogið kistuna heim til familjuna.

BT skrivar at eitt av ferðafólkunum var Lisa Williams. Tá ið flogfarið setti seg á Raleigh-Durham Airport flogvøllinum í deilstatinum North Carolina, var hon saman við hinum ferðafólkunum biðin um at vera verandiumborð á flogfarinum, so eitt 'ávíst ferðafólk' slapp fyrst úr flogfarinum.

Tá ið hon hugdi út gjøgnum rútin, sá hon fleiri hermenn taka móti kistuni við amerikanska flagginum. Tað sigur hon við lokala miðilin WNCT.

Í fleiri minuttir var púra kvirt umborð á flogfarinum. Tað einasta sum hoyrdist var at onkur græt. Ímeðan fór ein svartklødd yvir til kistuna og legði hond sína á hana og boygdi seg yvir hana. So komu fleiri familjulimir til og stóðu saman við henni.

»Ein kvinna stóð aftanfyri meg og segði: 'Áh, aftur ein eingil er komin heim,« minnast Lisa Williams.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo