Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Politikkur

Tað er ikki eiti á hvat flokkarnir royna at finna upp á av grundgevingum fyri at sita á fólkatingi.

Onkur vil hava ráðharrasess, meðan aðrir vilja seta ultimativ krøv til eina stjórn og verða avgerandi atkvøðan og tískil stjórnar berandi í einum øðrum landi.

Somu flokkar siga seg vilja sjálvræði.

Allar grundgevingar hava bert eittans endamál - og tað hevur einki við politikk at gera. Tað hevur við pengar at gera.

Pengar í egnar floks kassar at gera valtilfar fyri ella at starvsseta sokallaðar spuna doktarar.

Fyri hvørt fólkatings valskeið fáa hesir 4 størstu flokkar í alt umleið 22 mió. kr. til politiskt virksemi.

Tveir eru stóru vinnararnir, og so undarligt tað kann ljóða, so er Tjóðveldið ein av toppskoraranum við einari upphædd, sum liggur millum 8-10 mió. kr. Hesin flokkur, sum væntar at Føroyar kann standa á egnum beinum, klárar ikki at standa á sínum egnu beinum, uttan dyggiligan stuðul frá donsku stjórnini.

Tjóðveldi hevur mist allan integritet!

Meðan pengarnir rapla í kassan, so fjarast sjálvstýris hugsjónin í havsbrúnni.

Jógvan Skorheim,
Sjálvstýri – listi D

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo