Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Nú er minni ein kilometur eftir at spreingja í tunlinum ímillum Havn og Eysturoy.

Sprongdir eru 10.296 metrar av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum. Móti Rókini resta nú 231 metrar í at spreingja og ímillum Eysturoynna og Streymoynna 711 metrar, skrivar Eysturoyartunnilin P/F á Facebook.

Í seinastu viku vórðu 46 metrar sprongdir frá Hvítanesi. Í alt eru nú sprongdir 4.876 metrar frá Streymoyarlandinum.

Frá rundkoyring og ímóti Hvítanes vórðu sprongdir 30 metrar. Á hesum teininum eru sprongdir 1.873 metrar.

Frá rundkoyringi og ímóti Rókini vórðu sprongdir 52 metrar í seinastu viku. Har eru í alt sprongdir 1.922 metrar.

Í síðstu viku vórðu sprongdir 128 metrar í alt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo