Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Minningarorð

So bleiv tað aftur 28. oktober Tað fyrsta eg hugsaði, tá eg vaknaði her í Rotterdam í morgun var, at í dag hevur abbi føðingardag.

Tað eru nú tvey ár síðani hann helt sín 107 ára føðingardag, og góðar fýra mánaðar seinni fór hann um sýn.

Frá tí abbi bleiv 100 og til hann bleiv 107 ár plagdi útvarpið hvørt ár tann 28. oktober at ringja til hansara fyrrapartin og fáa eitt gott prát.

Seinnapartin mátti gamli av seingini og undir brúsuna, tí tá plagdi hansara góða vinkona, Sigrun Brend, at koma við einari stórari konfekt eskju, og so fekk hon eitt gott prát við hann, sum hon skuldi brúka til Dagur og Viku.

Seinni um kvøldið plagdi øll familjan at samlast hjá Lisu, har abbi búði. Hetta, at øll familjan samlaðist eina ferð um árið, var sera hugnaligt.

Sat í kvøld og hugdi eftir dokumentarfilminum, sum Jafet gjørdi um abba, tá hann var 95 ár.

Ein sera áhugaverdur filmur, sum er hálvan tíma til longdar, og sum ongantíð hevur verið vístur alment.

Her er Jafet eisini á flotið við abba, og seinast í rullitekstinum sæst, at tað summarið hevði abbi 23 avreiðingar og seldi 2920 kg av toski til fiskamarknaðin.

Tað er ikki so lítið av einum 95-ára gomlum manni, sum altíð var einsamallur í bátinum.

Eg minnist fyrstu ferð eg var á floti við abba sum 7 ára gamal. Eg var so ringur av sjóverki tann dagin, at hann mátti sigla inn á Bø við mær, tí um hann sigldi líka inn á Sørvág, so misti hann ov nógva fiskitíð, segði hann.

Tá hann hevði sett meg av á keiini í Bø, fór hann í skundi út gjøgnum Dragasund aftur at fiska víðari.

So var bara eitt at gera, og tað var at ganga allar 4 kilometrarnar frá Bø og heim til ommu.

Tá eg var 16 ára gamal spurdi eg abba, um eg kundi sleppa at sigla aftaná honum út á fiskileið, við okkara gamla 8-mannafari. Jú, tað var í ordan. segði hann. Tá var abbi 76 ár og í bestu árum.

Minnist at vit kastaðu úti á Grunninum, og báðir brendu í fisk. Vit lógu so við síðuna av hvørjum øðrum restina av degnum, og fingu nógvan fisk.

Altíð brúkti hann tein við tveimum húkum á, og goggu sum agn.

Seinastu ferð eg var á flotið við abba var hann 98 ár. Vit sigldu norð á Mykinesfjørð, og hann forkláraði mær hvar vit skuldu leggja.

Eyguni vóru so vánalig tá, at hann sá so illa at leggja á miðið.

Hann dróg eini 100 pund av toski meðan eg bara sat og tók film av honum.

Tá vit siglu til hús aftur, vildi hann sleppa inn í stýrhúsið at leggja seg, íðstaðin fyri at kryvja.

Tá tonkti eg fyri meg sjálvan, at nú er hann farin at eldast.

Bæði abbi og omma vóru trúgvandi fólk og hevði abbi sunnudagsskúlan í nógv Harrans ár.

Tá so eg, Jørgen Niclasen og Djóni Askam sáli fóru at spæla til dans sum 14-ára gamlir í SUF disk, mátti tað dyljast sum mansmorð fyri ommu og abba, tí tey hildu at tað var synd at spæla og ganga í dans.

Tá visti eg ikki, at abbi sjálvur hevði spælt uppá harmoniku til dans í gomlu dansistovuni, tá hann var ungur.

Abbi var øgiliga áhugaður í øllum sum gekk fyri seg í samfelagnum. Man fekk ikki kontakt við hann meðan høvustíðindini vóru í útvarpinum kl. 1220 og kl. 18, so har mátti man bara bíða til tíðindini vóru liðug.

Ein dagin tá hann var 107 ára gamal, gramdi hann seg um, at tað bara vóru konufólk sum vitjaðu hann. Tær vistu einki um veður, vind ella fiskarí. Hetta var nokk ikki so illa meint.

Hann var eisini áhugaður í øllum sum hasara eftirkomarar gjørdu, og hann fylgdi væl við hvat øll gjørdu. Abbi og omma fingu 10 børn, so har vóru nógvir eftirkomarir at halda skil á.

Tað var sera áhugavert at práta við abba um gamlar dagar. Hann visti nógv at greiða frá, heilt aftur til 1. Heimsbardaga.

Á sínum 107 ára føðingardegi, forkláraði hann eisini frá, í hvørja ætt streymurin rekur rundan um Mykines og í Vágahavinum, tíma fyri tíma, alt vestfallið og eystfallið við.

Fyri at minnast tað, skal man vera rættuliga klárur í høvdinum.

Ein lækni - er hann nevndur, er hann kendur - sum í nógv ár hevur ávarað ímóti at eta grind og spik, spurdi meg einaferð hvussu abbi hevði tað. Abbi var ikki meira enn eini 104 ára gamal tá.

Eg kundi ikki halda mær og svaraði honum, at abbi hevði tað gott, sjálvt um hann hevur etið grind og spik hvørja viku í 104 ár.

Læknin segði einki og slapp sær bara avstað.

9. mars 2016 fóru eg og sonurin at vitja abba. Meðan vit sita inni hjá honum, saman við nøkrum av hansara nærmastu og skiftust um at halda í hondina á honum, andaði hann 3 ferðir djúpt inn og so var hann vekk.

Tað er saknur í honum, men vit kunnu vera glað um, at vit fingu loyvi at hava hann so leingi ímillum okkum.

Ein abbasonur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo