Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Minningarorð

Óvæntað vóru boðini, sum bórust Fiskivinnuráðnum leygardagin 5. mai, at Absalon í Buð var deyður.

Absalon hevur verið limur í Fiskivinnuráðnum síðani 2013 og var júst afturvaldur í ráðið, nú nýggj seta tók við í februar í ár.

Í Fiskivinnuráðnum eru allir partar av føroysku fiskivinnuni umboðaðir, og Fiskivinnuráðið skal umrøða og viðgera øll fiskivinnupolitisk mál, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum leggur fyri ráðið. 

Absalon var føddur í Hvannasundi, og burtursæð frá skúlaárum aðrastaðni, vaks hann upp og búði í Hvannasundi, har útróður og fiskivinna høvdu stóran týdning.

Hann vaks upp í eini tíð, har fiskivinnan mentist nógv, og hetta varð eisini avgerandi fyri lívsleið hansara, sum var á sjónum.

Absalon var útróðrarmaður og hevur eisini røkt sessin sum formaður í Meginfelag Útróðrarmanna. 

Í Fiskivinnuráðnum umboðaði Absalon Meginfelag Útróðrarmanna, og hóast viðurskifti og kor broytast sum frálíður, er útróður á ein hátt enn ímyndin av føroyskari fiskivinnu.

Fiskifør, fiskileiðir og veiðitól broytast, og tó at útróður ikki hevur sama týdning sum fyrr, skerst ikki burtur, at útróðurin hevur eina serliga søgu og støðu í føroyskari fiskivinnu.

Sjónarmiðini hjá útróðrarflotanum umboðaði Absalon væl, men eisini til onnur fiskivinnupolitisk viðurskifti hevði hann viðkomandi og beinraknar viðmerkingar.  

Absalon fylgdi væl við í tí, sum hendi politiskt, og hann var ein gløggur samfelagseygleiðari.

Tá ið fiskivinnumál vóru á skrá á almennum fundum, var Absalon ofta við, og á fundum í Fiskivinnuráðnum var stundum tikið aftur í aftur viðmerkingar og eygleiðingar hansara.  

Í Fiskivinnuráðnum verða allar týðandi broytingar, sum viðvíkja fiskivinnuni í Føroyum, umrøddar, og altíð var Absalon til reiðar at geva okkum sítt íkast; hann var vitugur maður, sum væl skilti viðurskiftini, sum eru galdandi í fiskivinnuni.

Hesum fekk Fiskivinnuráðið  ágóðan av, tá ið fiskivinnupolitisk mál vóru fyri á fundi.

Hetta eru álvarsmál, men Absalon kundi eisini vera skemtingarsamur og segði frá mongum stuttligum søgum og hendingum. 

Á síðsta fundi í Fiskivinnuráðnum 23. apríl var Absalon sum altíð væl fyrireikaður, og ikki vardi tað okkum, at hetta var seinasti fundur hansara. 

Við hesum fáu orðum takka vit fyri tað góða samstarvið og lýsa frið yvir minnið um Absalon í Buð. 

Vegna Fiskivinnuráðið
Jóanna Djurhuus, formaður 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo