Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Minningarorð

Sunnudagin 3. januar 2016, andaðist fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin, Demmus Hentze, 92 ára gamal.

Demmus Hentze var ættaður heiman av Sandi. Hann varð føddur 4. desember 1923, og var sonur Johan Petur Hentze, í Uttastovu, á Sandi og Sunnevu, fødd Clementsen úr Húsavík.

Demmus varð valdur á ting í 1966, har hann umboðaði Fólkaflokkin í Sandoyar valdømi. Hann var virkin í landspolitikki fram til 1981, tá hann legði frá sær sum landsstýrismaður og fór aftur til sítt privata yrkið.

Demmus varð útbúgvin løgfrøðingur í 1952. Hann var advokatfulltrúi í 1953, landsrættarsakførari í 1958, og hevði sjálvstøðugt advokatvirki frá 1981. Demmus røkti eisini fleiri álitisstørv. Hann var m.a. formaður Landsskattanevndina 1964-75, nevndarlimur í SEV 1967-75, limur í Norðurlandaráðnum 1973-80, og nevndarlimur í Norrøna felagnum 1985-95, harav formaður 1990-95.

Demmus var giftur við Helenu, fødd Debes og eiga tey 3 døtur, Turid, Bergljót og Annu.

Demmus Hentze leitaði javnan aftur á slóðina í heimbygdini, og var hóast høgan aldur, ein av gestunum á Eplafestivalinum á Sandi í heyst.

Skemtiliga bráið fylgdi Demmusi allar leiðir, hóast álvarssemið og ábyrgdarkenslan lógu frammaliga, í mun til dagsins, og lívsins setning.

Sjálvur kendi eg Demmus nakað, gløggur og kvikur, og einki er at ivast at hann saman við øðrum polittiskum undangongumonnum úr Sandoynni, legði lunnar undir eina virkna polittiska rørslu í Sandoynni, og í Føroyum við.

Eg fari at biðja tykkum um at reisa tykkum og saman við mær at minnast Demmus Hentze í tøgn eina løtu.

Friður verið við minninum um løgtingsmannin, Demmus Hentze.

Páll á Reynatúgvu
løgtingsformaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo