Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Minningarorð

Eg varð biðin um at spæla, tá Hans í Koltri fór av Vallaliðheinum mánkakvødlið. Kistan lá opin tá, og tá eg legði hondina á bringu hansara og ynskti Jesusi at vera hjá honum.

Hans í Koltri og eg vóru bestu vinmenn. Hann var eitt hálvt ár eldri enn eg - báðir føddir 1930; hann 3. juni og eg 14. december.

Vit høvdu nógv saman; og heitti eg á hann, bar hann seg ongantíð undan. Hann klæddi hús hjá okkum - hann og Nemus, ið tá var í læru hjá honum

Hann hjálpti mær at fletta, tá Tummas bróður doyði so hastiliga.

Hann var av vakrastu monnum, og eg man mangan havi minst til hansara og Elin.

Og eg fari at minnast hann sum vinmann mín øll ár, vit kendust.

Hesi seinastu árini búi Ellin og hann úti Vallalliðheiminum.

Eg spældi til guðstænastu, og gleddist við at heilsa upp á hann.

Hann var blímyskutur, sum altíð, og eg spurdi hann, um hann kundi minnast alt vit høvdu saman.

- Hann var fámintur. 

Honum havi eg alt gott at bera.

Vinmannii  tínum,

Ívar Iversen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo