Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Minningarorð

Nú var eisini hansara fjørður rógvin. Jacob Ejdesgaard fór í farnu viku um ta sýn, har eingin vendir aftur.

Eftir at hava drigist við herviliga sjúku í eina tíð, so orkaði hann ikki longur og legði stillisliga  árarnar inn 80 ára gamal.

Jacob varð føddur 5. mars 1937 undir Skorum í Froðba. Hann var sonur Andreas og Dagmar Ejdesgaard.

Andreas var froðbingur, men pápin kom av Eiði, meðan Dagmar var ættað úr Sørvági. Jacob giftist við Jenny, sum er avViðareiði, og saman fingu tey trý børn Andreas, Joan og Majken.

Fyri nærum einari hálvari øld síðan lærdi eg henda tá unga mannin at kenna, tá eg legði mínar leiðir út undir Skorar í Froðba. Hann var mammubeiggi gentuna, sum eg kom at kenna í 1970, og var nærmasti granni hjá verforeldrunum. Frá fyrsta degi av, eg kom at kenna Jacob, so var hann tann fitti og fryntligi maðurin.

Hetta var hansara lyndiseyðkenni, sum merkti hann alla hansara dagar. Ein maður, tú altíð kundi práta við og ein maður, tú altíð kundi spyrja til ráðs, um okkurt var áfatt.

Sum vanligt var tá, so fór eisini Jacob eins og aðrir unglingar til sjós á heilt ungum árum. Og havið gjørdist burturav hansara arbeiðspláss alt lívið. Jacob fekk fatur á seinasta parti av slupptíðini, har roynt var við snøri og í sjálvdrátti. Hann róði út í Grønlandi í fleiri ár saman við froðbingum.

Men serliga minnist eg árini, har hann og froðbingar rokaðist við útróðarbátinum Knúkaberg og ikki minni frá tíðina, tá hann sigldi við Grana í Norðsjónum. Seinnu árini fekk hann so starv sum dekkari við Smyrli, og har var hann øll árini, til hann fór í land vegna aldur.

Um Jacob kann stutt sigast, at hann var ein álitismaður á skipsdekki ella í báti. Eingin tók nakað úr hansara hondum, tí hann dugdi alt, sum hevði við sjómansskap og fiskiskap at gera.

Eg fekk ta gleði at koma at kenna Jacob væl, serliga tá vit okkurt summarið róðu út saman við gamla Laðafossi. Hetta var eitt sera vakurt tíggjumannafar, sum var bygt í Líðini. Við Jacobi kendi ein seg tryggan, tí hann var ein skilamaður á floti. Hann dugdi alt um streym, og hvussu ein skuldi bera seg at, um líkindini ikki vóru til vildar. Hann var ikki vaksin upp við hesum nýmótans tólunum, vit kenna í dag, men hansara eygleiðingar av umstøðunum rundan um vórur knívskarpar.

Eitt eyðkenni var eisini, at hann dugdi øll staðarnøvnini, sum skuldu brúkast á útróðri, tá lagt var til miðis.

Øll ýtini, brúkt vóru, høvdu navn, og tey vóru ikki so fá í tali. Annað, sum eg legði til merkis var, at staðarnøvnini vóru ikki altíð tey somu, um tey vórðu brúkt á báti ella á landi.

Í dag er alt hetta vorðið til kort og knattstøður. Hetta var lærdómur, Jacob hevði frá gomlu froðbingunum fyrst og fremst pápa sínum og ikki minst frá øðrum froðbingum eitt nú ommubeiggja sínum Sofusi hjá Andrassi.

Minnist ein summardag, vit høvdu sett eina kalvalínu út fyri Froðbiarbotn og fóru til lands, meðan línan stóð.

Tá vit seinni um dagin fóru at draga línuna, nú køvdi hann av í mjørka, og tú sást ikki fram um stavn. Tá vit komu á Sundið við Skarvatanga, setti Jacob seg aftur í rong við kumpassini niðri á tiljuni og klokkuni í hondini. Tá vit høvdu siglt nakað út við ávísum snúningstali á motorinum, so gav hann boð um at taka av og sigur, at nú skuldu vit skjótt sæð eina boyu. Og rætt var, har var boyan. Tá hevði hann, meðan vit høvdu siglt inn, eftir at hava sett línuna, avlisið bæði kós og klokku, skuldi mjørki komið. Slíkt er góður sjómansskapur. Sama dag fingu vit ein kalva, sum vá 234 pund. Tá vóru vit ernir báðir, tá hesin lá í bátinum.

Eitt vártekin, sum vit sum óvitar á Tvøroyri løgdu til merkis var, tá nógvu bátarnir vórðu flotaðir, og útróðurin spakuliga tók seg upp. Tá vóru bátarnir vanliga snøggir og nýmálaðir, men eg minnist væl, at pápin mín plagdi at siga, at eingin bátur var so snøggur sum hasin  fagurt grøntmálaði báturin úr Froðba. Og tað var Laðafossur, sum enn tann dag í dag telist millum vakrastu bátarnar á fjørðinum.

Onkur helt fyri henda dagin, Jacob var farin, at nú tyntist í mannaskara millum froðbingar, og rætt er tað.

Jacob var froðbingur burturav. Hann búði alt sítt lív undir Skorum, og eg trúgvi neyvan, at hann hevði trivist at búð aðrastaðni. Her var hann millum sínar líkar. Her var hann millum teir, sum saman við honum troyttu heimaútróðurin. Her var hann saman við teimum, sum hann rokaðist á skipsdekki við. Her var hann millum teirra, sum hann róði út við í Grønlandi. Hetta vóru teir, sum hann vildi vera saman við.

Men fyrst og fremst vildi hann vera saman við sínum kærastu úti undir Skorum. Hansara heimkærleiki til Froðba var óloysiliga knýttir til tað, sum familjan hevði at týða fyri hann. Heimkærur var hann sum fáur, og tí var tað heldur ikki so løgið, at Jacob av tí sama gjørdist ein sannur miðdepil í familjuni fyri konu, børn, abbabørn og langabbabørn. Hansara milda og sera kensluborna lyndi dró fólk til sín.

Naddoddaneystið lýsti við áhugaverdum tiltaki nú í vikuni um útróður í Grønlandi. Í hesum sama sambandi var eisini Jacob nevndur. Hann hevði uttan iva kunna sagt frá bæði einum og øðrum. Hann hevði ivaleyst greitt frá, tá bátarnir hátíðarliga við sangi og flagginum á stong løgdu út av Víkagerði ávegis til farmaskipið í Havn, sum skuldi føra bátarnar yvir hav, meðan konur og børn stóðu grátandi eftir á bryggjuni. Ella hann hevði greitt frá um rokfiskiskap, tá bátarnir hingu á stokkunum, so tungir teir vóru.

Men hansara rødd verður so ikki at hoyra longur, og ein saknur verður tað, tí orðið hevði hann í síni makt.

Hann kundi meira enn so siga sína hugsan millum manna, hóast hann annars var bæði spakførur og stillførur.

Hann segði alt beint fram og ballaði einki inn, og hann stóð við tað, sum sagt var.

Við hesum fáu orðum ynskja eisini vit at vísa okkara samkenslu við tykkum hansara nærmastu, sum hava mist so ómetaliga nógv.

Friður verið við minninum um vinmannin Jacob í Froðba.

Jóannes Eidesgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo