Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Minningarorð

Tann 15. oktober tíðliga um morgunin fekk eg tey syrgiligi boð, at mín kæri vinur Arnbjørn var farin. Hetta kom ikki heilt óvæntað, tí Arnbjørn hevði liðið av svárari sjúku í longri tíð.

Vit komu at kennast væl sum starvsfelagar, tá Arnbjørn bleiv lærari á Sjómansskúlanum í 1986. At hann var nærlagdur í sínum arbeiði, sá eg beinan vegin, tá vit komu at hava ymisk skeið saman. Tað var ein frøði at halda skeið saman við Arnbirni, tí hann var so røkjutur í øllum lutum, og so hevði hann ein verimáta, sum gjørdi, at arbeiði gekk lætt frá hondini. Arnbjørn var livandi við í øllum, sum gekk fyri seg á skúlanum, luttók sum oftast á veitslum og útferðum saman við konuni Sveinbjørg.

Vit vóru ofta á floti saman, og hetta var nakað, sum Arnbirni dámdi sera væl. Teir eru ikki fáir, teir fiskar, vit drógu saman bæði í fjørðinum og longur úti. At stima eftir nátungum vóru vit altíð saman um og høvdu mangt eitt hugnaligt prát í neystinum, meðan vit royttu og sviðu.

Okkara samband bleiv uppaftur sterkari, tá ið vit komu at eiga bát saman, fyrst føroyskt bygda 10-mannafarið Grandatangi og síðani tann nakað størri glastrevjabátin Grandatangi. Arnbjørn var suðuroyingur í odd og egg og hevði røtur úr Hovi; tí skuldi báturin eita eftir norðara nesinum á Hovsfjørði, nevnliga Grandatangi.

Okkum dámdi eisini væl at bjóða náttúrini eitt sindur av og sigldu 2 ferðir til Hetlands, eina ferð til Caledonia Kanalina í Skotlandi og eina ferð til Íslands við gamla Grandatanga. Arnbjørn var ein ógvuliga góður sjómaður, og tú kendi teg 100 % tryggan saman við honum í øllum veðri.

Vit komu eisini at vera í felagsskapi við Jan og Kristin um at rigga gamla fiskiskipið Brimnes um til seglskip. Har høvdu vit manga hugnaliga løtu umborð, meðan skipið bleiv umbygt, og eisini á teimum ferðum, vit gjørdi í regattasigling kring oyggjarnar.

Røddin er nú tagnað, og Arnbjørn hevur lagt árarnar inn. Hjá mær stendur eitt ógvuliga stórt tómrúm eftir, og tað er ikki minni hjá tykkum nærmastu, sum mist hava, kona, børn, abba- og langabbabørn, sum Arnbjørn altíð var so stoltur av og altíð tosaði um.

Arnbjørn var ein teirra, sum mann kundi siga um: Eitt orð er eitt orð, og ein maður ein maður. Sum tað stendur í sanginum: Trúfastur altíð var maður, vildi ei bróta sítt orð.

Við hesum fáu orðum lýsi eg frið yvir minni um mín kæra vin Arnbjørn.

Petur Hans

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo