Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Minningarorð

Mogens Petersen
17.06.1929 – 08-05-2019
in memoriam

Nú fórst tú um ta síðstu lág,
nú evsta lið tú náddi
og slepti bæði nál og tráð,
sum tú so tolin tráddi.

Tú vart so birgur lívið langt
í øllum, sum tú gjørdi,
og megnaði hvønn dag so mangt,
sum vítt um fold teg førdi.

Men fjálgast kendist heim títt kært,
har barnaspor tú átti,
har lívsins lærdóm tú fekst lært,
og mangar dygdir náddi.

Og sjónleikin tú ikki sveik,
í dansistovu inni,
har tú við hegni leikti  leik,
sum livir enn í minni.

Og Henny tín varð eydnusól,
her børn tit áttu saman,
her fylgja fylti heim og hól
við kærleika og gaman.

So vøkur sjón var oss at sjá,
ja, okkum fragd og frøi,
tá tit hvønn dagin sóust gá,
um tún á bygdarbøi.

Ja, Mogens aldri sá eg mann,
har ár ei skaldu sinni,
tí hvat eg spurdi, svar tú fann
úr tínum ríka minni.

Nú fylgdi tú í fedra slóð
um góða gylta liðið,
har forløg eru sælum fró.
Vár vinur: Hvíl í friði!

pmp

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo