Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Tiltøk

Ein týsdag um mánaðin fram til summarfrítíðina verður skipað fyri fundi fyri avvarðandi, sum hava maka ella barn við minnissvinni. Tú fert at hitta makar/børn, sum eru í somu støðu, og tú fært tosað um ta ørkymlan og teir trupulleikar, sum eru á leiðini.

Á fundunum verður bæði eitt og annað evni um minnissvinn viðgjørt. Lurtað verður eftir tørvinum hjá teimum avvarðandi, soleiðis at til ber at vegleiða og geva góð ráð. Endamálið er at fáa ein so góðan gerandisdag, sum til ber.

Lagt verður til brots týsdagin 17. januar kl. 16-18 í hølunum á Tinghúsvegi 2. Fyrsti fundur verður felags kunningarfundur fyri avvarðandi, sum hava maka og børn við minnissvinni.

Tær báðar, Jonna Estbú og Poula Sørensen, samskipa tilboðið og fara at leiða tykkum ígjøgnum fundirnir. Tilmelding á tel. 28 81 09 hjá Jonnu Estbú, har tú eisini ert vælkomin við spurningum um skeiðið.

Skeiðsgjaldið er 200 krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo