Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Møguleikin hjá føroyingum at leita sær viðgerð fyri rúsdrekkatrupulleikar hevur bjargað ógvuliga nógvum einstaklingum og familjum teirra frá vanlagnu og hvørt ár spart samfelagnum fyri heilt stórar milliónaupphæddir. Hetta seinasta er mítt uppáhald, tí eg havi ongi tøl, ið prógva tað, men bert við at hyggja at øllum teimum turrløgdu alkoholikarunum, eg sjálvur veit um, ber nærum til at telja seg fram til nyttuvirðið.

Tí frøist eg eisini stórliga um, at tað í fjør eydnaðist at hækka játtanina til Heilbrigdi á Velbastað við 1,5 milliónum krónum, soleiðis at samlaða rakstrarjáttanin nú er 7,68 milliónir krónur.

Játtanin til hinar báðar viðgerðarstovnarnar, Blákrossheimið og Frælsi, hækkaði eisini í fjør, og tað er eisini at frøast um. Men seinastu árini eru játtanirnar til hesar báðar stovnarnar hækkaðar lutfalsliga væl meira enn játtanin til Heilbrigdi – at játtanin til Frælsi hevur tikið nøkur lop, er kanska ikki so løgið við tað, at tann viðgerðarstovnurin er nýggjur.

Frælsi kom á fíggjarlógina í 2017, og áðrenn tað býttu Heilbrigdi og Blákrossheimið samlaðu játtanina til misnýtsluviðgerð helvt um helvt. Men síðani hevur Blákrossheimið yvirhálað Heilbrigdi í játtan, soleiðis at býtið av samlaðu játtanini til viðgerðarstovnarnar upp á góðar 20 milliónir krónur í 2019 sær soleiðis út (uppsetingin sæst eisini undir greinini):

Samlað játtan    Heilbrigdi          Blákrossheimið    Frælsi
20.140.000 kr     7.680.000 kr       8.560.000 kr          3.900.000 kr
100 %                38 %                  43 %                     19 %

Heilbrigdi er einasti viðgerðarstovnur í Føroyum, ið burtur av bjóðar viðgerð eftir sonevndu Minnesota-skránni, sum er tann nógv mest nýtta viðgerðin fyri rúsdrekka- og og rúsevnamisnýtslu í heimshøpi. Og var játtanin ikki hækkað í fjør, er tað ivasamt, um virksemið hjá Heilbrigdi kundi hildið áfram.

Við hækkingini hevur Heilbrigdi ongantíð havt størri játtan enn nú. Tað sama er galdandi fyri hinar báðar stovnarnar. Í hesum samgonguskeiðnum er samlaða játtanin til viðgerðarstovnarnar nærum tvífaldað – hon er økt úr 11,8 milliónum krónum í 2016 upp í 20,1 millión krónur í ár.

Tað haldi eg, at samgongan skal vera errin av. Og tað haldi eg, at Sirið Stenberg, heilsumálaráðharri, skal vera errin av.

Men tað er tíverri ikki nóg mikið til at hava Heilbrigdi opið hvønn dag í árinum. Tí kundi leiðarin á stovninum í útvarpstíðindunum mánakvøldið 22. juli eisini staðfesta, at stovnurin er noyddur at lata aftur í seks vikur frá á ólavsøku.

Tað er tó als ongin nýliga íkomin støða, sum lurtarin annars kundi fáa fatan av. Stovnurin hevur altíð havt stongt um summarið fyri at fáa játtanina at strekkja.

Tað hevur Blákrossheimið eisini, men stovnarnir hava samskipað tað soleiðis, at báðir ikki hava havt stongt í senn, undantikið eina ella onkuntíð tvær vikur.

Økta játtanin til Heilbrigdi var kærkomin, men tað loyvir als ikki okkara fólkavaldu at leggja seg á lætu síðuna. Tí tað er ikki í lagi, at Heilbrigdi eins og restin av sjúkrahúsverkinum ikki kann hava opið alt árið.

Tá eg sigi hetta um júst Heilbrigdi, krøki stovnin upp í sjúkrahúsverkið og geri hann almennan, so byggi eg tað á, at hesin viðgerðarstovnurin er 100 prosent fíggjaður á fíggjarlógini. Somuleiðis eru allir atknýttu læknarnir hjá Heilbrigdi yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum, og viðtøkurnar siga greitt, at allar ognir hjá stovninum fella til landið, skuldi virksemið hildið uppat.

Heilbrigdi er tí at meta sum ein avleykari hjá almenna sjúkrahúsverkinum og harvið sum eitt tilboð í almennum regi, tó at stovnurin formliga er skipaður sum sjálvsognarstovnur.

Lat meg undirstrika, at eg fegin vil styrkja øll viðgerartilboð, vit eiga í Føroyum á hesum mótinum, og eg ætli mær at virka fyri, at øll hesi tilboð kunnu virka á einum støðugum fíggjarligum grundarlagi.

Men sum longu nevnt, so varðar tað almenna og harvið eisini politiska skipanin 100 prosent av Heilbrigdi og virkseminum har. Tí hava vit eisini skyldu at tryggja, at hetta tilboðið frameftir verður tøkt alt árið.

Alkoholisma er ein sjúka, har sjúklingurin ikki leitar sær hjálp, fyrr enn hann er í bráfeingis neyðstøðu. Tí er tað avgerandi, at hjálpin eisini er tøk tá. Og tí skal almenna tilboðið hjá Heilbrigdi vera tøkt 24 tímar um samdøgrið, 365 dagar um árið, og neyðugi peningurin má játtast, so hetta kann lata seg gera.

Hesum ætli eg at virka fyri í mínum politiska arbeiði.

Ingolf S. Olsen
løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo